Persónlig stíling og binding er til tín, sum ynskir at menna tín egna stíl. Fokus er á tað, sum tú vil hava hjálp til og fylgja vit tær úti og heima til tað nýggja fellur tær natúrligt. Ráðgeving, skeið og fyrilestrar umfata bæði privatar og professionellar avbjóðingar. Tú kanst eisini sjálv fara í dýpdina og útbúgva teg til persónligan stílist. Arbeiðsøkið er víttfevnt og áhugin vaksandi, tí tað økir um trivnað og skapanarevni at viðurkenna og menna tað natúrliga vakra.
Sýran Design
Stíling

Persónlig stíling
Ráðgevingin hevur fokus á tað, sum tú vil hava hjálp til. Tað kann vera kropsskap, litir, klædnaskápið, samansetingar, privat ella professionelt skifti, shopping, positivari sjálvsmynd, lættari gerandisdagur og mangt annað.

Bindiklubbaskeið
Í heimligum umhvørvi læra tit um kroppin, kropsskap og litir hjá tykkum sjálvum og hvørji aðrari. Eisini fáa tit stutta persónliga ráðgeving, so lætt er at brúka vitanina beinanvegin.
Binding

Kvinnutroyggjan
Tú lærir at taka mát, tekna einfalt mynstur og at rokna út, so klárt er at kasta upp á stokkarnar. Eisini fær tú íblástur til litir, mynstur, tógv og eina rúgvu av góðum hugskotum.

Binding og persónligur stílur
Hetta er grundskeiðið, sum lætt og skjótt gevur tær innlit í basisvitan frá persónligari stíling, so tú verður enn betri at skapa tína yndistroyggju
Stílistur
Læs mere om vores udannelse ved at trykke på billedet
