Tín basisgarderoba

Ynskir tú eitt klædnaskáp, sum er pakka við tí lekrasta til tín?
Har tú kanst fara næstan blundandi eftir klæðunum og bara rigga væl – hvønn dag?
 
Á skeiðnum lærir tú at skapa eina góða grundgarderobu, sum passar til tín. Tú lærir at finna tað góða til títt skap, at síggja tínar litir og hvat tilfar, tey skulu vera av.
Fokus er á at síggja møguleikarnar, seta fokus á tað góða og at skapa eina góða sjálvsmynd. Tú upplivir, hvussu smáar broytingar kunnu gera stóran mun. Uttan at tað kostar tær eina krónu.
 
Eftir skeiðið hevur tú lættari at finna tínar klassikarar. Teir, tú bara elskar at vera í og sum tú brúkar aftur og aftur. Teir, sum eru berandi fyri tín stíl og fáa teg at trívast enn betri, júst so sum tú er. So tú fær ein lættari gerandisdag, har tú er tryggari og sparir tíð, orku og pengar, tí tú nú veit nógv betri, hvat tú skal fara eftir.

 

Tú lærir:

  • prinsippini í basisgarderobuni
  • um persónligan grundstíl
  • um kropsskap
  • grundlitir í garderobuni 
  • litsamansetingar
  • góðar longdir 
  • linjur, ið slanka, leingja og breiðka

Skeiðið:

Skeiðið er 3 x 3 rtímar. 

Íalt
12 undirvísingartímar.

Nær:

3., 10. og 24. sept.
kl. 18.30 – 21.30

Prísur:

1.250 kr. Íroknað er undirvísingartilfar og drekkamunnar. 

Stað:

Sýran Design
Niels Finsensgøta 16
100 Tórshavn