Binding

Binding er tað besta í verð. Tað er so gott at vera í og so eru fólk eisini so glað, tá tey fáa nakað heimabundið. Tað er persónligt, fult av kærleika og nærleika.

Tað besta er, at tú altíð kanst læra meiri. Óansæð um tú er nýggj ella vand, so er tað stuttligt at blanda litir, merkja tógvið og skapa sítt egna. Her fær tú vitan og íblástur um litir, tilfar, mynstur og skap, so stimatroyggjan, skipstroyggjan, skúlatroyggjan og alt hitt, sum tú elskar at binda, riggar uppaftur betri og gleðir meiri. 

Lær nógv og lær allastaðni, so tú hevur frælsi at skapa títt egna.

Stimatroyggjan

Bodypositivity - fá troyggjuna at rigga til tín

Tekna tíni egnu bindingarmynstur

Skeið innan binding og design bæði til nýbyrjarar og tey garvaðu.
Saman menna vit tínar gávur at skapa tað, sum tú droymir um. 

Binding og persónligur stílur

Tíni bindingarmynstur