Tíni bindingarmynstur

Skal mynstrið vera eitt sindur øðrvísi?

Passa betri til tín og tað, sum tær dámar? 

Tú lærir lættar og effektivar mátar at skapa nýggj og vøkur mynstur, sum rigga væl. Hvørja ferð. Mynstur, sum eingin hevur sæð fyrr og sum eru sermerkt fyri tín máta at skapa uppá. 

Vit brúka gomlu føroysku bindingarmynstrini, tekna fyrst á pappíri og síðani verða nýggju mynstrini bundin. Tú sær, hvussu smáar broytingar gera stóran mun og upplivir, hvussu mynstrini broytast ann uppá litir, tógv og teknikk. Á vegnum fær tú eina rúgvu av íblástri og vitan um binding, litir, tilfar og samansetingar og tú lærir at menna títt egna og brúka mynstrini, so tey hóska til tín. 

 

Tú lærir

  • lættar mátar at skapa mynstur, sum rigga væl 

  • at seta ymisk mynstur saman 
  • at skapa vakurt skifti millum tvey mynstur 
  • at arbeiða við litum út frá litlæruni 
  • at arbeiða við tínum yndis- og hatilitum
  • at seta ymisk tógv og teknikkir saman
  • at skapa bæði friðarlig og meiri markant mynstur

Skeiðið:

Skeiðið er 3 x 3 tímar.
Íalt 12 undirvísingartímar

Nær:

Týsdag
kl. 18.30 - 21.30

Heystið 2019:
5. , 12. og 19. nov. 

 

Prísur:

975 kr  

Íroknað er undirvísingartilfar og drekkamunnar. 

Stað:

Sýran Design
Niels Finsensgøta 16
100 Tórshavn