Valplakatir

Tú sær tær allastaðni. Valplakatirnar, har ung og gomul, kvinnur og menn minna okkum á, at tey søkja um at stýra landinum næstu 4 árini. Setanarbólkurin er Føroya fólk og hvør atkvøða telur. Myndirnar hava stóran týdning, tí tað eru ikki øll, sum nærlesa lesarabrøvini, fylgja kjakinum á Facebook, í bløðunum og í sjónvarpinum. 

Flestu valevnini hava andlitsmynd við navni. Eisini tey, sum brúka aðrar mátar at gera vart við seg hava mynd á onkrum pela. Summi rópa hart, onnur teska fyri at hoyrast í larminum. Týdningarmikið er at síggjast, tí vit velja bert tey, sum vit kenna. 

Veljarin brúkar 2,7 sekund at gera sína meting út frá myndini. Enn skjótari, tá tey drøna framvið í bilinum. Flestu teirra broyta ikki meining eftir fyrstu fatanina. Í hørðu kappingini við onnur 20 – 30 valevni innanfloks og fleiri hundrað úti um landið er tað ein fyrimunur at hava eina góða mynd, sum ber ein greiðan boðskap. Fyri einstaka valevni kann hetta gera munin, meðan myndin kanska hevur minni at siga fyri flokkin, sum ofta fær atkvøðurnar óansæð. 

Hvør vil hvat?

Fólk eru so von at eygleiða, at tey fanga skjótt, um tú er orkurík, framfýsin, hevur áræði, brýtur upp úr nýggjum, er samstarvsáhuga ella ikki. Eisini fata tey skjótt, um tú hevur eitt gott høvd, fatar samanhangir, vil menna skúlar og barnagarð, aktivt arbeiðir fyri mentan og list, stuðlar fiskivinnunýskipanini ella ikki. 

Til góðu myndina skal fyrireikingin bæði gerast innanflokka og hjá einstaka valevninum. Vitan um førda politikkin, mál og mið, hvør flokkurin ynskir skal veljast og hvør skal stuðla við atkvøðum tryggjar ein greiðari boðskap. Hvar í landinum veljarin er. Hvør hann er. Fokusøkir og hjartamál hjá einstaka valevninum. Hvat dentur skal leggjast á til júst hesa myndina, so flokkurin hevur felags stev, men ymiskar vinklar ann uppá valevnini.

Eins og til onnur størv skal hugsast um, hvussu setanarbólkurin fatar teg. Samanhangur skal vera millum tað, sum tú sigur og so sum tú sær út. Meiri tilvita tú er um teg sjálva/n og tína útstráling, lættari er at bera boðskapin greitt fram, tryggja tær størri trúvirði og fleiri veljarar. 

Hvussu sæst teirra íkast?

Stórur partur av okkara útstráling er vani og ofta ótilvita. Lyndi, virðir, sjálvsfatan, sjálvsmynd og status síggjast aftur í mátanum vit bera okkum fram og klæða okkum. Tað er ikki líkamikið um tú brettir flippina upp, velur reyða skjúrtu, rullar ermarnar upp ella gongur í víðum, myrkum klæðum. 

Spurningurin er, um valevnini geva sær far um hesi tingini. Hvussu tilvitaði tey eru um møguleikarnar at profilera seg. At man við smáum broytingum kann tillaga sína útstráling, gera boðskapin týðiligan og greiðan á myndum, til veljarafundir og í miðlunum. So tað gerst lættari hjá veljaranum at fata, hvat títt íkast er. Hvat tú hevur at bjóða føroyinginum. 

Fyri einstaka valevni er valplakatin ein arbeiðsumsókn. Halda valevnini sjálvi, at teirra plakatir avspegla teirra formáan til komandi løgtingsarbeiði?