1. Kropsskapið

Her fær tú amboðini at fara í dýpdina við kroppinum. Tú lærir at avlesa kropsskapið gjølla, finna eyðkennini og vegleiða kundan til bestu og lekrastu loysnirnar. 

Tú lærir :

  • amboð at avlesa kropsskapið hjá kundanum og styla tað, so tað riggar væl
  • lættar teknikkir at finna basispløggini til lekru grundgarderobuna
  • snildir mátar at seta fokus á eyðkennini, taka tað vakra fram og niðurtóna tað minni góða 
  • hvussu tú kanst brúka klæðir at ”snýta” eyga - og hvussu langt tú kanst fara
  • at lurta og lofta avmarkingunum og undanførslunum, so tú kanst stuðla kundanum at broyta fatan og vanar
  • at ”standa fram”á verkstovu við professionellum sjónleikara

2. Litir

Hetta er eindin, har tú lærir um litir, harmoniskar litsamansetingar og at krasja mynstur. Tú fær eina inniliga fatan av litum og hvussu teir hanga saman sínamillum. Eisini fær tú amboð at finna litkjarnuna hjá kundanum og at vegleiða honum at finna røttu litirnir. Vit venja eisini, hvussu tú kanst seta fokus á tað góða við lekrum litsamansetingum. 

Tú lærir :

  • amboð at finna røttu litirnir til kundan og fáa hann at strála
  • lættar mátar at seta fleiri litir saman og hvar á kroppinum, teir skulu brúkast 
  • grundreglurnar fyri samansetingar av mynstrum 
  • at seta prikkin yvir I-ið við spennandi litum 
  • hvussu tú við útvaldum litum kanst broyta garderobuna fullkomiliga 
  • at seta orð á tína vitan á skriviverkstovu hjá virðisløntum rithøvunda

3. Klædnaskápið

Her lærir tú at skapa optimalu garderobuna. Vit rudda upp og út í okkara egnu klædnaskápum og læra, hvussu man skapar eina góða grundgarderobu. Eisini hyggja vit at fokus, vanum og sjálvsfatanum, sum ofta mugu broytast fyri at menna persónliga stílin. 

Tú lærir:

  • tær fýra garderobufellurnar
  • prinsippini í eini persónligari garderobu 
  • at seta fokus á stílin hjá kundanum, sjálva kjarnuna
  • um klassikarir og at finna teir persónligu klassikarirnir 
  • snildir mátar at brúka kendu klæðini og twista stílin 
  • at motivera kundan at taka stigið víðari við sær sjálvum og sínum stíli
  • um tilfar og at brúka lekkurt tilfar at uppgradera garderobuna markant
  • um ymiskleika á fyrilestri við kognitivum terapeuti
  • um tilpassing, tá klædnasniðgevin vitjar at geva góð ráð

4. Stíling

Móti, stílur og personal shopping eru í fokus. Tú fær innlit í stylingprinsippir og snildar mátar at velja lekru pløggini, sum fær kundan at strála. Vit venja Personal Shopping í høvuðsstaðnum, fara hendingaríka ferð gjøgnum handlarnar og læra at finna tað rætta til kundan at lyfta garderobuna markant. 


Tú lærir:

  • at skipa spennandi upplivingarferð gjøgnum býin, sum flytir fatan og vanar hjá kundanum
  • at ráðgeva og velja tað besta, so kundin fær mest fyri pengarnar 
  • at varnast lekru pløggini skjótt og effektivt, brúka starvsfólkini positivt og skapa eitt einastandandi upplivilsi fyri kundan
  • stylingprinsippini – at brúka fá pløgg og skapa fleiri ymisk sett av klæðum
  • lættar mátar at dressa klæðini upp og niður 
  • snildar teknikkir at skapa kant og kreativar samansetingar
  • hvussu smáar broytingar kunnu gera stóran mun
  • at byrja eitt professionelt netverk, tá vit fara út á virkisvitjanir

5. Skapandi

Skjótt skal tú í gongd. Hesa seinastu eindina seta vit fokus á teg sum stylist og sum fyrimynd fyri tínar kundar. Tú lærir at skipa vitanina og at lyfta tínar stylingar eitt – ella fleiri – stig upp. Eisini fær tú góð ráð um tað praktiska, tá tú skal bjóða teg fram. So tað verður lætt hjá tær at fara til verka at skapa succesupplivingar og glaðar kundar.

Tú lærir:

  • at arbeiða við tínum samleika sum stylistur – sum fyrimynd og besta útgávan av tær sjálvari
  • konkret uppskot til íverksetan, ráðgeving og netverk 
  • professionella og privata klædnavalið
  • um burðardygga klædnanýtslu – mest fyri pengarnar
  • at skipa optimalar og effektivar stylingupplivingar og stýra gongdini væl 
  • at finna íblástur og brúka mótan til markantari og kreativari stylingar
  • um myndatøku hjá mótafotografi, har vit eisini taka felagsmynd

Hvar:

Stílistútbúgvingin heldur til mitt í høvuðsstaðnum, har skjótt er at venja Personal Shopping við handlunum beint við, fáa sær íblástur av gøtumótanum og fara út á virkisvitjanir. 

Vikuskiftini verða hildin í ljósum hølum mitt í býnum.*

(
*Broytingar kunnu koma fyri. )

Stylistar 2019:

1. eind 06. - 08. sept.
2. eind 27. - 29. sept
3. eind 18. - 20. okt.
4. eind 08. - 10. nov.
5. eind 29. nov. - 01. des.

Nær:

Fríggjakvøld: kl. 17.00 - 21.00
Leygardag: kl. 09.00 - 18.00
Sunnudag: kl. 09.00 - 16.00
Hóskvøld: kl. 18.30 - 21.30*

* 19. sept., 10. okt., 31. okt., 21. nov., 5. des.