Kropsskap

Kundi tú hugsa tær at kent títt kropsskap enn betri?
So tað er lættari at finna tað rætta at fara í?
Og tú betri veit, hvat tú skal seta fokus á?

So er hetta skeiðið, har tú veruliga lærir seta fokus á tað góða og vakra, sum júst tú hevur at bjóða. Lærir um títt kropsskap, tínar styrkir og hvussu tú kanst fáa tær enn betri fram. 

Tú fær konkret amboð, vitan og royndir, sum broyta tína fatan av tær sjálvari beinanvegin. Eisini sær tú, hvussu tú kanst gera smáar broytingar, sum gera stóran mun bæði fyri teg sjálv og hvussu onnur síggja teg. Og tað nýtist ikki at kosta tær eina krónu.

Skeiðið er pakka við íblástri og hugskotum til, hvussu tú kanst umseta mótan og trendin til títt brúk. So tú hevur lættari at finna tað rætta at fara í og sparir eina rúgvu at tíð, orku og ikki minst pengum. Hvønn dag. Tað týdningarmesta er jú, at tú riggar væl, júst so sum tú er. Tá trívist tú best og fær veruliga strála í tínum lívi. 

Tú lærir um

  • postiva sjálvsmynd
  • rætta støddin
  • ymisk kropsskap
  • teir 11 trumfarnir
  • miðjan 360 °
  • samanhang armar og bein
  • holdningur og rørslur
  • idealskapið
  • at brúka linjur, sum slanka, leingja og breiðka

Skeiðið:

Skeiðið tekur 3 x 3 tímar, íalt 12 undirvísingartímar. 

Nær:

1., 8. og 22. okt. 
kl. 18.30 – 21.30

Prísur:

1.250 kr. Íroknað er skeiðstilfar og drekkamunnar.

Stað:

Sýran Design
Niels Finsensgøta 16
100 Tórshavn