Kvinnutroyggjan

Vil tú læra at taka mát?

Gera útrokningar, so troyggjan situr væl?

Kanska skapa títt egna mynstur? Ella  twista tað klassiska eitt sindur?

Konufólkatroyggjan skal bindast til fólki, so hon kann liva leingi. Slítast í gleði og álvara, til veitslur og hátíðardagar, á Ólavsøku og til jólabrúdleypini. 

Tú lærir at taka mát og tekna einkult skap at binda eftir, so troyggjan situr væl. Vit tosa um týdningina av bindifastleika og tú lærir at gera útrokningar og taka hædd fyri, at troyggjan gevur seg og við tíðini kann vaksa í vavið. 

Á skeiðnum fær tú góð ráð og íblástur um litir, tilfar og samansetingar, so tað er lættari at velja, um troyggjan skal vera einlitt ella mynstrut. Eisini fær tú hugskot til vakrar síðugeirar, kantar og annað, sum ger troyggjuna enn meiri sermerkta. Tosa verður um, hvør klæðir langar og stuttar ermar, hvørt vit skulu fylgja tí siðbundna ella fara egna leið og hvat hendir, nú móti er komin í føroysku klæðini. Lagt verður eisini lag á, um ætlanin er at broyta samansetingina, taka burtur ella leggja afturat føroysku klæðunum.

Tú lærir

  • at taka mát av kroppinum
  • tekna einfalt troyggjuskap at meta teg eftir
  • at gera útrokningar
  • um føroysku mynstrini og mynsturlitirnir
  • um litir og litsamansetingar
  • at velja gott tógv
  • at seta ymiskt tógv saman
  • ​at skapa síðugeiran og onnur sermerki 

Skeiðið:

Skeiðið tekur 1 x 6 og 1 x 3 tímar, í alt 12 undirvísingartímar.

Nær:

Leygardag: 
kl. 9-12 og 13-16
Mánakvøld: 
kl. 18.30-21.30.

Heystið 2019:
14. og 23. sept.
05. og 14. okt.
16. og 25. nov.

Prísur:

975 kr. 
Íroknað er undirvísingartilfar og drekkamunnar. 

Stað:

Sýran Design
Niels Finsensgøta 16
100 Tórshavn