Myndasavn

Siðsøgulig mótaframsýning

Tórshavnar Býarsavn skipaði fyri, tá 50 fólk í 120 settum frá tíðarskeiðnum 1900 til 1970 gingu mótasýning á Mentanarnáttini 2019. Vit bæði Jóhan Holm Simonsen tóku okkum av at skaffa modellir og klæðir, seta saman og stíla samsvarandi tíðini. Myndir: Býarsavnið og Rósa Tovudóttir. 

Binding

Binding er ein fantastiskur teknikkur, sum loyvir okkum at skapa frítt. Tjúkt, tunt, slætt, ruflut, einfalt og kent ella meiri abstrakt. Bert hugflogið setur mørkini. 

 

Mín klassikari

Klassikarin skal hóska til tín og tín gerandisdag. Jú meiri tú kennir teg sjálva, innan sum uttan, lættari er at finna góða plaggið, sum tú trívist í og ger dagin ljósan.   

Aldur og stílur

Við aldrinum skulu vit gerast enn betri at vera tann, vit veruliga eru. Laga tað góða og vakra til tað nýggja, so hvørt sum tíðirnar broytast. Og so hvørt sum vit sjálvar broytast, innan sum uttan. 

 

Arbeiðsklæðir

Arbeiðsklæðini skulu vísa, hvør arbeiðsuppgávan er og hvør tú er, sum skal loysa hana. Virðir, visión og mál hjá arbeiðsplássinum skulu tí síggjast aftur, tá tú letur teg í at fara til arbeiðis.  

Dagføringar

Vit menniskju broytast alla tíðina bæði innan og uttan. Eisini skifta umstøður, tíðin og mótin. Útsjóndin speglar broytingarnar og dagføringar eru tí leypandi alt lívið.  

Makeover

Eitt væleydnað makeover krevur samstarv millum serfrøðingar innan ymisk økir. Ydunn er samstarv millum designaran, Amy Hansen, fotograf, og Súsannu Køtlum, hárfríðkanarkvinnu.

 

 

Lýsingar

Týdningarmikið er at vera beinrakin í marknaðarføringini og verður designarin tí brúktur sum stylistur til ymiskar lýsingar. 

 

Style Jam

Skipað var fyri Style Jam i 2016 og 2018 í Reinsarínum í Havn. Eitt vikuskifti fyri skapandi fólk innan klædnavinnuna og aðrar vinnur, sum hoyra henni til. 

 

Jól í Havn

Skipað var fyri Jól í Havn og Jól í Bringsnagøtu í 2009, 2011 og 2012 saman við Marjuni Niclasen og Jóhan Holm Simonsen. 

 

Býlið

Heimið er sum fólkið. Her eru nøkur av heimunum, sum designarin hevur vitja og miðla til ”Býlið” í blaðnum Kvinna.

Greinar

Tað er ikki so kent, at Katrina verður nógv brúkt at skriva greinar og lýsingar bæði til bløð, faldarar og heimasíður. Her eru dømi um greinar og tekstir innan design, handverk og ferðavinnu. 

 

Stílistar

35 kvinnur úr øllum Føroyum hava tikið stílistútbúgvingina hjá Sýran Design.
85 % av teimum brúka vitanina í verki.  

Myndir: Amy Hansen, Atelier Amy.