Frá ósikkur til stílsikkur

Tak tey klæðini við, sum tú ivast í og vend tað við designaran. Tú fær skjóta og effektiva ráðgeving, sum ger teg tryggari og lívið nógv lættari. 

Tú fær :

  • Vegleiðing um hvørji snið og litir eru góð til tín og til tín kropp.
  • Góð ráð, ið gera tað lættari hjá tær at keypa tað rætta og spara teg fyri feilkeypini.
  • Tips og tricks at seta klæðini betri og øðrvísi saman, so tú sær nýggjar møguleikar.
  • Ráðgeving um tín stíl og hvussu tú velur røttu klæðini til tín. 
  • Leiðreglur um góðu klæðini til setanarsamrøðuna, framløguna, nýggja starvið, veitsluna, brúdleypið ella onnur serlig høvi. 

Tíð og prísur

Ein sessión tekur 2 tímar umframt fyrireiking.
Prísurin er 1.370 kr 

 

Garderobucheck

Út við ”Fult klædnaskáp og slett onki at fara í” og inn við ”WAUW- her eru so nógvir møguleikar!”

Tú fær:

  • Professionella hjálp at rudda upp og út í klædnaskápinum 
  • Designaran at vegleiða teg at fáa tað besta burturúr teimum klæðum, tú longu eigur og hevur brúkt pengar uppá
  • Lært at seta klæðini betri saman og síggja nýggjar møguleikar, sum tú ikki hevði sjálv hevði hugsa um
  • Góð ráð um kropsskap og hvørji snið og litir, sum klæða tær
  • Ráðgeving um tín stíl og hvussu tú brúkar hann at keypa tey góðu og lekru klæðini
  • Uppskot til, hvørji merkir og handlar, sum eru tað besta til tín

Tíð og prísur

Garderobucheck tekur 4 tímar íroknað fyrireiking og útfylling av Stíl-korti.
Prísur er 3.800 kr umframt ferðaútreiðslur uttanfyri Havnina.

Persónlig shopping

Út við troyttandi og dýru feilkeypunum.

Inn við lívsgleði, aha- upplivilsum og WAUW-kensluni!

Tú fær: 

  • Shoppingtúr við tínum persónliga designara og masterstílisti
  • Professionella vegleiðing at finna tey klæðini, sum passa best til tín
  • Greiða fatan av, hvørji klæðir, snið og litir klæða tær og sum tú framyvir skal velja 
  • Lekkur klæðir við heim, sum tú ikki sjálv hevði hugsa um, vóru tey røttu til tín
  • Klæðir, sum eru løtt at mixa og matcha og seta saman við tí, tú longu hevur í klædnaskápinum.

 

Tíð og prísur

Ein sessión við Personal Shopping tekur 2 tímar umframt fyrireiking. 
Prísur er 1.370 kr umframt ferðaútreiðslur uttanfyri Havnina.

 

Makeover – vit fara allan vegin

Makeover er,  tá professionelli masterstílisturin arbeiðir saman við frisøri og make -up artisti at fáa tað besta fram í tær. So tú veruliga upplivir WAUW-kensluna. Bæði innan og uttan. Eisini fær tú massar av persónligari ráðgeving um t.d. stíl, snið, litir, tilfar, make-up og hár,sum tú kanst brúka restina av lívinum. 

Tú fær:

  • Akkurát tað, sum tú kundi hugsa tær og kanst velja millum Personal Shopping, Garderobucheck ella Frá ósikkur til stílsikkur. 
  • Nýggja, smarta frisuru frá útvaldum frisørum
  • Ráðgeving í at seta hárið, so tað riggar væl og er smart leingi 
  • Vakra make-up, lagt av útvaldum make-up artistum
  • Vegleiðing um litir og teknikkir, so tú sjálv dugir at leggja eina góða make-up

Tíð og prísur

Tað tekur ein dag - ella tveir hálvar, um tað passar betri 
2.370 kr ella 4.800 kr ann uppá, hvat tú velur.
Umframt ferðaútreiðslur uttanfyri Havnina


Serligt tilboð til títt Makeover:
Til ber at fáa professionellan fotograf at taka mynd av vakra úrslitinum.
Tú fær eisini góð ráð um posering, sum tú kanst brúka til allar myndatøkur.  

Tvær myndir, andlitsmynd og kropsmynd, kosta 1.500 kr. 

Eitt vóru klæðini og hárið og myndirnar, men tað var tað, sum var gjørt á tað innara planið, sum fekk meg at flyta meg so ótrúliga langt. Tí man klæðir seg, sum man følir seg. Tað var nýtt fyri meg. Eg upplivdi at blíva sædd, rúma og viðurkend, sum tann eg eri. Og tað gav mær eina ekstrema fríheit. Eg visti ikki av, at eg hevði sakna hana so nógv, fyrr enn eg fekk hana.

Anita Køtlum Petersen

Sært tú meg á gøtuni, eri eg ALS ikki tikin úr einum Vogue blað. Tí mótin í handlunum er eitt, men MÍN móti er nakað annað. Hjá mær er tað festival stílurin. Og sjálvt um tað gongur skjótt hvønn morgun, so føli eg meg sum meg. Hvørja ferð og hvønn dag. Eisini leygardagar og sunnumorgnar í joggingbuksum. Tí mín garderoba hevur nógv fleiri litir. Sum eg klæði og sum gera meg glaða.

Armgarð Eikhólm Larsen