Stílistur

Stílistútbúgvingin letur upp fyri nýggjum møguleikum

Øll menniskju eru natúrliga vøkur og hava nógv spennandi at bjóða. Á Stílistútbúgvingini lærir tú at menna persónliga stílin og estetikkin, sum er ymiskur frá fólki til fólk. Tú lærir at síggja heildina, at viðurkenna tað vakra og góða og at geva øðrum íblástur at skapa sítt egna. Tú fær vitan, venjing og førleikar at skapa títt egna innan víttfevnda arbeiðsøkið og at brúka vitanina í tí arbeiðinum, sum tú longu hevur. 

                                              85% av stílistunum hjá Sýran Design brúka vitanina í verki

 

Stíling

Fokus er á menniskja og tað natúrliga vakra, sum sermerkir hvør og ein okkara. Stílistútbúgvingin er til tín, sum vil fara í dýpdina við menniskjum, móta, stíli og klæðum. Og til tín, sum veruliga vil vaksa um søluna og fáa fleiri og nøgdari kundar til tín klædna- , skógva-og innbúgvhandil. 

Eftirútbúgving

Tín ráðgeving og skapandi arbeiði gerst meiri viðkomandi, tá arbeitt verður út frá heildini og tí persónliga stílinum. Kundin gerst tryggari og tú fær størri rásarúm at skapa nakað nýtt. Stílistútbúgvingin er eftirútbúgvingin, sum tekur frisørar, make-up artistar og kosmetologar eitt - ella fleiri - stig fram á eini spennandi yrkisleið. 

Visuelt

Stórur munur er á subjektivu og objektivu fatanini av skapi, liti og tilfari. Stílistútbúgvingin lærir fotografar, filmsfólk og grafikarar at arbeiða út frá heildini og persónliga stílinum. Tað ger tað lættari at fylgja og ráðgeva kundanum og boðskapurin verður neyvari og meiri viðkomandi. 

Skapan

Tú gert, sum tú ert. Kennir tú mun á tær sjálvari og øðrum, er lættari at skapa viðkomandi pløgg og lutir bæði til tín sjálvs og til onnur. Stílistútbúgvingin lærir designarar, arkitektar, skræddarar, handarbeiðslærararar, klædnaatstøðingar, bindarar og skapandi fólk yvirhøvur at skapa sær rúmari ræsur og nøgdari kundar. 

Viðmælir frá stílistum

Fyri meg var stílistútbúgvingin sera mennandi. Eg tori betri at standa við, hvør eg eri og blendi ikki inn í sama mun longur. Í arbeiðinum eri eg betri at observera kundan, síggja heildina og hvør hann er. Tori tí betri at ráðgeva, spyrja inntil, finna uppá nakað nýtt og geva teimum kant.

Jóna Eydnugarð, stílistur og hárfríðkanarkvinna

Eg fekk persónliga ráðgeving frá Katrinu, sum setti tað heila í gongd. Havi nú tikið Stílistútbúgvingina og tað er megagott. Eg havi lært ótrúliga nógv. Fyri meg var tað óvænta, at tað handlaði so nógv um menniskja. At tað egentliga er tú sjálv, sum gevur mær upplýsingarnar um, hvat er tað rætta til tín. 

Maria Rubeksen, stílistur og skrivstovukvinna

Reint fakliga var tað øll grundvitanin, um kropsformar og litir, sum mær dámdi best og at vit sluppu at royna alt uppiá okkum sjálvum. At vit til royndirnar blivu kastaðar út í tað ”veruliga lívið”, hevur ment meg nógv og givið mær dirvi og áræði. Útbúgvingin frá Sýruni hevur latið hurðar upp, sum annars ikki høvdu verið mær møguligar.

 

Alma á Lava, stílistur á Kvinnu og námsfrøðingur.

Eg havi altíð elska móta og Stílistútbúgvingin gav mær konkret amboð at arbeiða við í mínum klædnahandli. Harafturat lat púra óvæntað ein onnur verð seg upp fyri mær, har eg fekk eina kolossala vitan bæði í teori og praksis um klæðir og at síggja seg sjálva, hvør man veruliga er innanfyri klæðini. 

 

Annbritt Ellingsgaard, stílistur og sølufólk

Katrina dugir so væl at finna tað góða fram hjá okkum næmingum og gera okkum sterkari í tí, sum vit duga best og lyfta okkum eitt (fleiri) trin upp. Eg brúkti útbúgvingina nógv, tá eg  arbeiddi í Rokoko í 2 ½ ár. Eg elskaði tað og eri farin á handilsskúla at læra meiri um handil. 

Hanna Hansen, stílistur & lesandi

Eg havi verið glaðast fyri at kenna meg sjálva betri, mín kropp og hvat eg kann. Eisini at uppliva, hvussu nógv vitan og venjing tað krevur at síggja fólk, sum er heilt øðrvísi enn eg og allíkavæl fata teirra stíl. Halda, at tey rigga megavæl, sjálvt um vit ikki eru samdar í so máta og at skilja hví so er. 

Miriam Hentze Johannesen, stílistur & Stud. Audiopæd.

Myndir