Um Sýran Design

Eg vil kollvelta mátan, sum kvinnur velja klæðir og geva teimum valdið aftur. 

Mítt arbeiði við stíling og estetikki setur fokus á føroyskar kvinnur, sum ikki hava standardmát. Tær, sum hava trupult at finna toy, sum passar teimum. Úrslitini vísa, at hetta veksur um teirra sjálvsálit og sjálvtykki (selvbevidsthed). Tað ger, at tær trívast betri og hava lættari at skapa sær eitt meiri persónligt pláss í verðini. 

Katrina í Geil

Katrina hevur útbúgving sum Tekstildesignari við sergrein í binding frá Designskolen Kolding í 2005. Hon tók Master í Design (MD) á Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn í 2017. Afturat tí er  hon bankalærd, hevur verið aktiv í fakfelagsarbeiði og arbeitt fleiri ár innan ferðavinnuna. 

Fleiri enn 2.000 fólk hava síðani 2007 notið gott av hennara vitan og drúgvu royndum sum designari og masterstílistur. Í arbeiði sínum brúkar hon gransking innan design, estetikk, sálarfrøði, námsfrøði, tjóðlívsfrøði, innovatión og visuelt samskifti at skapa bestu loysnirnar til kundar sínar bæði her á landi og uttanlanda.

Hon veitir ráðgeving, skeið og fyrilestrar um estetikk, stíl og útstráling til privat fólk, stovnar og virkir. Eisini útbúgvir hon klædnastílistar á altjóða støði. 

Katrina samstarvar við sálarfrøðingar, fotografar og fólk innan klædnavinnuna og avleiddar vinnur. Hon hevur staðið fyri mótasýningum, framsýningum og størri verkætlanir her á landi og uttanlanda umframt at skriva greinar og tekstir til bøkur og bløð. Í løtuni er hon í holt við at skriva eina bók um Burðardygga klædnaskápið, sum hevur fingið stuðul frá Tórshavnar Kommunu.  

Willemoes Proconsult, Eik, BankNordik, LookNorth, Rúsdrekkasøla Landsins, Kvinna, Sansir, Hogra, MBM, Klaksvíkar Sjúkrahús, Pedagogfelagið, Peter Jensen, Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya, Løgtingið, Tórshavnar Kommuna, Runavíkar Kommuna, ALS, Nordic Fashion Biennale, Estonian Ministry of Culture, Nordisk Institut på Åland, Norðurlandahúsið í Reykjavík, The Loop Festival, KreaNord, Mentamálaráðið, Listaleypurin, Kvøldskúlin í Fuglafirði, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Landsverk, Elektron, Húsarhaldsskúli Føroya, Nám, Sendistovan, Kvøldskúlin á Tvøroyri, Svend Krosstein, Føroya Tele, Skótarnir við Løkin, Dagstovnurin Sólareyga,  Shari, Diana, TAKS, Norðoya Sparikassi, Dugni, Skilling, Suðuroya Sparikassi, Dagstovnurin við Botnánna, Grønu skótarnir, Tjarnargarður, Tjaldurs Apotek, Suðuroyar Sjúkrahús, Almannaverkið, Ung í Føroyum, Føroya Studentaskúli, Klaksvíkar Sjúkrahús,  SMS, Hugskotið, Greengate Incoming, Arena Travel, Nordisk Striksymposium, Rowan Tree Travel, Jarðfeingi, Eina, Diana, Føroya Skjalasavn, Hotel Vágar, Biofar, Eina, Arbeiðslív, Atlantic Airways, Knitting Iceland, Posta, Havnar Arbeiðskvinnufelag, HK-Føroyar

Viðskiftatreytir

Gjaldstreytir
Tilmeldingin til eitt av okkara tiltøkum er bindandi og skal vanliga gjaldast beinanvegin. Aðrar gjaldstreytir verða lýstar í samband við tiltakið. 

Um tær ikki ber til at møta, hevur tú møguleika at lata plássið til onkran annan. Hetta kann vera vinfólk, familja ella starvsfelagi.

24 tíma angrirætt
Tilmeldingina kanst tú angra innanfyri 24 tímar eftir at tú hevur tekna teg. Hetta ber til fram til eina viku áðrenn tiltakið byrjar. Tú angrar við at senda teldupost til syran@syran.fo

Avlýsing
Um tú hevur teknað teg til eitt av tiltøkunum hjá okkum, hevur tú játtað gjaldstreytirnar. Tá eru hesar reglur galdandi:

Tín tilmelding er bindandi, óansæð um tú hevur goldið ella ikki. 

Tú er altíð vælkomin at senda annan luttakara fyri teg. Um tú av eini hvørjar orsøk ynskir at melda frá, eru hesi gjøldini galdandi fyri avlýsingar:

– Avlýsing meiri enn 8 vikur áðrenn tiltakið: 10% av kostnaðinum
– Avlýsing meiri enn 8 og 4 vikur áðrenn tiltakið: 50% av kostnaðinum
– Avlýsing minni enn 4 vikur áðrenn tiltakið: 100% av kostnaðinum

Gera aðrar treytir fyri avlýsing seg galdandi, verða tær lýstar í samband við tiltakið. 

Forfall
Ber tað so illa til, at skeiðsleiðarin/fyrilestrahaldarin ikki fær komið av orsøkum, sum Sýran Design ikki frammanundan kann tryggja sær ímóti, tilskila vit okkum rættin at finna annað skikkað fólk at halda skeiðið/fyrilesturin. Orsøkirnar kunnu vera sjúka, seinkingar orsakað av ferðing, okkurt, ið stingur seg brádliga upp ella annað, sum viðførir, at ikki ber til hjá viðkomandi at møta. 

Hendingar, sum koma undir force majeur, kunnu gera tað neyðugt at útseta skeiðið/fyrilesturin ella at veita tað við øðrum skeiðsleiðara/fyrilestrahaldara. 

Er tú luttakari og fær ikki møtt til eitt tiltak, sum tú hevur teknað teg til, eru avlýsingartreytirnar omanfyri galdandi. Minst til, at tað altíð ber til at senda annan luttakara fyri teg. 

Innanhýsis skeið/fyrilestur
Reglurnar, ið standa omanfyri, eru eisini galdandi, tá tú hevur bílagt innanhýsis skeið/fyrilestur frá Sýran Design.

Sýran avlýsir
Ber so til, at Sýran Design avlýsir tiltak vegna ov fáar tilmeldingar, so fær kundin sjálvandi allan peningin aftur. Tá mugu vit hava eitt kontonummar at flyta peningin á. 

Viðmerkjast skal, at vit royna alt hvat vit kunnu at gjøgnumføra øll skeiðini/tiltøkini, sum vit seta á skrá. Tí kemur tað næstan ikki fyri, at eitt tiltak verður avlýst. 

Broytingar, sum vit onga ávirkan hava á, taka vit fyrivarni fyri.