Katrina í Geil er útbúgvingarleiðari á Stylistútbúgvingini hjá Sýran Design. 

Eisini er hon høvuðsundirvísari og tann, sum persónliga coachar einstaka næmingin. 

Katrina hevur tvær altjóða viðurkendar designútbúgvingar og er eisini bankalærd. Hon hevur arbeitt sum sjálvstøðugur designari og masterstylistur í nógv ár bæði her á landi og uttanlanda. Hon brúkar sína stóru vitan og nógvu royndir innan design og styling á stylistútbúgvingini at skapa teir bestu klædnastylistarnir. 

Stylistútbúgvingin hjá Sýran Design er eitt málrætta útbúgvingartilboð til fólk, sum arbeiða við og hava áhuga fyri móta, stíli og menniskjum. Fokus er á persónliga styling, sum í stóran mun handlar um at kenna seg sjálva/n aftur, trívast enn betri og góðtaka, hvør man er. 

Umframt høvuðsundirvísaran eru vanliga eini 8 – 10 fólk knýtt at Stylistútbúgvingini fyri at menna luttakararnar fakliga og persónliga og tryggja læring á høgum støði. 

Her eru nøkur teirra, sum geva sítt góða íkast til Stylistútbúgvingina:

Alnótin

Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard 
Stílistur og sølufólk

Innlit í stíling á alnótini, har youtubarir og influensarir við fylgjarum í milliónatali hava stóra ávirkan á stíl og klædnasølu. Á alnótini at skapa moodboard til íblástur og sølu. 

Ymiskleiki

Jóhanna Andreasen
Kognitivur terapeutur, kveikjari hjá ALS og stjóri í Spf Monday 

Týdningurin av ymiskleika og accept av sær sjálvari og av øðrum. Støðið verður tikið í kognitivari terapi og Garuda-testum, har arbeitt eisini verður við undanførslum. 

Samskifti

Páll Danielsen
Sjónleikari

Undirvísing í at standa fram, taka rúmið og hvíla í tí at vera í fokus til eina framløgu. Venjingar av rødd, andadrátti og loysan av vøddum í kroppi og andliti at ljóða enn betri og týðiligari. ​

 

Skriving

Rakel Helmsdal
Rithøvundur og sjálvstøðugt listafólk

At skriva lætt og viðkomandi, so teksturin hongur væl saman og boðskapurin stendur týðiligur. Einfaldar venjingar at fanga vitanina í undirvitskuni og skapa flow í skrivingini. 

Tilpassing

Berit H. av Reyni
Klædnasniðgevi

Týdningurin av tilfari, konstruktión og tilpassing, tá klæðir verða skapt og seymaði til einstaka kroppin. Tilpassing av klæðum, so tey sita og hóska betri til skap og persónliga stílin. 

 

Makeover

Gyða Skaale Johannesen
Makeover modell, MBA í leiðslu 

Á ferð saman við stílistinum: Tá broyting í sjálvsmyndini ávirkar sjálvsfatanina, skapar hugburðsbroytingar og letur upp fyri nýggjum møguleikum. 

 

 

​Klædnasøla

Heibrith Jakobsen
Stylecoach og yogalærari

Vitan um klæðir og persónlig ráðgeving, tá sveiggj í móta og stíli er partur av gerandisdegnum. At eiga og reka klædnahandil, har sølan er tengd at førleikanum at møta kundanum, har hann er.

Myndatøka

Amy Hansen
Fotografur og stjóri á Atelier Amy

Ljós, kompositión, posering, staðseting - at fáa tað besta fram í einstaka menniskjanum, tá góðar myndir skulu takast. Bólkamynd verður tikin, so góðu ráðini verða roynd í praksis. 

Brillur

Heidi Arge Poulsen
Optikari

Góðu brillurnar hóska bæði til einstaka fólkið og tað lív, sum tey liva privat og professionelt. Saman finna vit bestu brillurnar út frá andlitsskapi, litum, persónligum stíli og móta. 

Brillur

Linda Ziska Poulsen
Stylistur og sølufólk hjá Optikbúðini    

 

Bestu brillurnar finna vit út frá andlitsskapið, litum, persónligum stíli og móta. Tær skulu hóska til einstaka fólki og lívið, sum tey liva bæði privat og professionelt. 

Hárfríðkan

Súsanna Køtlum
Hárfríðkanarkvinna og stjóri á Kötlum Hárfríðkan

Grøn hárfríðkan leggur dent á menniskja, móta, heilsu og umhvørvi. Vakurt hár hvønn dag skal hvørki órógva hormonjavnvág ella elva til krabbamein og ovurviðkvæmi.

Hárfríðkan

Mariann Ivansdóttir Klein
Hárfríðkanarkvinna og Art Director hjá Intercoiffure Danmark 

Hárið er krúnan á menniskjanum. Við eldhuga, dirvi og góðum handalag ber til at síggja kundan, so sum hon er, og vísa á nýggjar leiðir at undirstrika tað vakra og sermerkta. 

 

Make-up

Mirjam Reinert Olsen
Make-up artistur og eigari av Make-up Store Føroyar 

Við litum, ljós og skugga ber til at seta størri fokus á tað vakra í andlitinum. Greitt verður frá møguleikunum, meðan lagdur verður dag- og kvøldmake-up á modell. 

Litir

Poulina Jóanesardóttir
Vevari og eigari av Vevstovuni 

Litir, liting og litsamansetingar í føroyskum skjúrti, fyriklæði og turriklæði. Hvussu litir stuðla og køva hvønn annan og síggjast ymiskt, ann uppá um teir eru nær hjá ella langt frá.

Litir

Jan Andersen
Grafikari og leiðari á Steinprent  

Litir, litsamansetingar og kompositión í grafikki. At fáa íblástur ymsa staðni frá, síggja møguleikar at skapa og menna sítt egna á høgum støði bæði her á landi og uttanlanda.  

Undirklæðir

Siri  Eysturoy
Lingeristylistur og eigari av Siri Lingeri                              

80 % av øllum kvinnum brúka skeivan BH og halda seg hava alstórar trupulleikar við bringuni. Røttu undirklæðini lætta um, forma kroppin og fáa klæðini at sita nógv betri. 

Próvdómari

Siri Sørensen
Mótastylistur og Cand. Pæd. Soc.

Persónligir stílistar skulu vera góðir at skapa, skilja og grunda sítt egna, so til ber at leggja seg sjálva til viks fyri at hjálpa øðrum langt fram á leið. Tað er málið, tá stílistarnir hjá Sýran Design fara til próvtøku.