Ung og ávegis

Vil tú menna tín egna stíl?

Vera tann kula og smarta í lekrum klæðum?

Totalt Zero Waste, tí tú dugir at velja tað besta til tín? 

So er at byrja beinanvegin. Meðan tú er ung og ávegis. Hevur tíð og orku at læra teg sjálva at kenna og skapa títt egna, persónliga úttrykk. Júst so sum tú er. Og spara verðini og pengapunginum fyri fast fashion, oyðsl og óneyðuga dálking. 

Tú fær amboðini at skapa kulu útstrálingina. Menna tín egna stíl frá grundini. Leypandi fáa góð ráð og snildar mátar at gerast betri at vera tann, tú veruliga er. So tú hvílir betri í tær sjálvari. Orkar og avrikar meiri og skjótari røkkur málunum, sum tú hevur sett tær. 

Kanska tú :

  • ynskir at skapa tín egna stíl 
  • fáa eina positivari sjálvsmynd
  • vil vera meiri spennandi, markant og kreativ
  • dyrkar Zero Waste og vil liva burðardygt 
  • er farin undir dreymaútbúgvingina og ynskir ein spennandi professionellan stíl
  • vil brúka tey feitu klæðini í Føroyum, sum tú keypir uttanlanda og á netinum
  • vil vera tryggari og nøgdari við teg sjálva 

Tú lærir:

  • at skapa tína lekru grundgarderobu 
  • trý konkret amboð at skapa WAUW-útstrálingina
  • 5 teknikkir at menna tín persónliga stíl  
  • at finna røttu klæðini til tín í handlunum og á netinum 
  • at costumiza klæðini, so tey passa betri til tín 
  • at styla klæðini til ymiskar umstøður

Eftir ráðgevingina hevur tú:

  • ein markantari og persónligari stíl 
  • amboð og teknikkir at finna tað rætta til tín 
  • íblástur og dirvi at menna títt egna úttrykk
  • færri feilkeyp og fleiri pengar 
  • størri sjálvsálit og positivari sjálvsmynd 

Designarin fylgir tær í 2 mánaðir, har tit saman skapa og tilpassa tín persónliga stíl. Støðið verður tikið í tær, tínum ynskjum, málum og umstøðum. 

Tíð og prísur

Prísurin er 5.480 kr fyri 4 sessiónir á 2 tímar.

Íroknað er fyrireiking, uppfylging, útfylling av Capsule Wardrobe kortið og myndir av samansetingum.

Koyring uttanfyri Havnina er ikki íroknað.