Strálandi smart - við barn & eftir barsil

Hvussu er at halda stílin, meðan kroppurin broytist?

Hvíla í tær sjálvari, meðan tú skapar nýtt lív? 

Afturat stóru gleðini at vera við barn, føða og læra lítla alvan at kenna, kunnu fylgja avbjóðingar við at vera væl klødd og trívast við seg sjálva. Skapa tíð og yvirskot í gerandisdegnum, meðan kroppurin veksur, minkar og síðani - eitt sindur leysur - roynir at finna skapið aftur. 

Tað kann taka 2 – 3 ár frá tí tú veit, tú er við barn, til tú er farin til arbeiðis aftur. Ein deilig tíð, har tú kanst forkela teg sjálva. Lata designaran fylgja tær allan vegin og fáa góð ráð, amboð og teknikkir. Skapa tín egna, lekra klædnastíl, so tú strálar av orku og lívsgleði. Og ikki at gloyma, lærir tips og tricks at spara tíð, orku og pengar. Hvønn dag og hvørt ár. 

Kanska tú :
  • fegin vil forkela teg sjálv og føla teg lekra – hvønn dag
  • hevur arbeiði, har professionella útstrálingin er týdningarmikil
  • orkar ikki at passa klæðir í handlunum
  • hevur fleiri børn og lítla tíð um morgnarnar 
  • ynskir eina meiri positiva sjálvsmynd
  • ikki vil missa teg sjálva burtur í blæum og amme-BH


​Tú lærir:

  • trý konkret amboð at skapa WAUW-útstrálingina
  • tey 12 boðini til góðan stíl
  • seks reglur, sum læra teg at ”snýta” eyga – uppá tann lekra mátan
  • teknikkir at skapa tín persónliga stíl - og halda fast í honum
  • at spara tíð, orku og pengar – hvønn dag
  • venja at klæða teg og vera lekkur, meðan kroppurin broytist 

Eftir ráðgevingina hevur tú:

  • eina lekra grundgarderobu
  • meiri kant og persónligari stíl 
  • títt egna stílkort
  • nógv færri feilkeyp 
  • størri sjálvsálit, meiri orku og meiri tíð

Designarin fylgir tær undir barnsburði, í barsilinum og fyrstu tíðina aftur til arbeiðis.

Støðið verður tikið í tær, tínum ynskjum og umstøðum. 

Tíð og prísur

Prísurin er 5.480 kr fyri 4 sessiónir á 2 tímar. 

Við í prísinum er fyrireiking, uppfylging, útfylling av stílkortið og myndir av samansetingum.

Koyring uttanfyri Havnina er ikki íroknað.  

"Man heldur ofta tað, at um man fer til stylist ella makeover og alt møguligt, so skal man blíva ein annar. Men eg føli at eg eri blivin eg.. í frið. Eg hvíli meiri í mær sjálvari. Trúgvi uppá, at eg havi nógv at bjóða uppá soleiðis yvirhøvur. Og eg behøvist ikki at ganga í sovorðnum yvirfansy klæðum alla tíðina, men bara føla meg væl í tí, sum eg eri í. Har er ein rúgva í tí, nógv meiri enn eg helt. Og tað er ordiliga gott. Eg eri ordiliga glað fyri tað."

Paula Neshamar Thomassen